Á fleiri av Kanarisku oyggjunum hava í dag verið mótmælisgongur, tí lokalfólkið heldur, at tað er blivið ov nógv av tí góða við ferðavinnuni. Tey kenna seg fremmand í egnum landi, siga tey, og turistarnir oyðileggja umhvørvið.
Bæði á Gran Kanaria, Tenerifa, La Palma, Fuerteventura, Lanzarote og El Hierro hava tey mótmælt í dag.
Nærum 10 milliónir ferðafólk vitjaðu oyggjarnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár, tað er 10% meira enn somu tíð í fjør. Bert góðar tvær milliónir búgva fast á Kanarisku oyggjunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo