67 fólk eru særd eftir at Hizbollah í dag hevur sent ein hóp av dronum ímóti norður Ísrael. Minst fimm av fólkunum eru álvarsliga særd.
Samstundis hevur USA sent eina framkomna rakettverjuskipan til Ísrael.
Aftur í dag eru friðarvarðveitandi deildir hjá ST komnar í knípu, tí bardagarnir eru nærhendis har sum deildirnar halda til. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur heitt á ST um at ansa betri eftir, hvar tær halda til.
34 lond hava funnist hvassliga at Ísrael fyri tað tey kalla álop á friðarvarðveitandi deildirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo