- Vit hava rætt og skyldu til at verja okkum ímóti útlendskum harðskapi og agressión, sigur Iran eftir ísraelska álopið síðstu nátt.
Tveir hermenn lótu lív av álopinum, sigur iranska uttanríkisráðið í eini fráboðan eftir álopið.
Ísrael hevur sagt, at álopið varð stílað ímóti hernaðarligum málum. Men tað letur ikki til, at kjarnorkuætlanirnar hjá Iran ella oljuídnaðurin eru rakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo