31 kristnir norskir felagsskapir hava skrivað undir eina felags yvirlýsing um kyn og kynslív.
Funnist verður samtíðis at «kynsaktivismuni» hjá myndugleikunum.
Yvirlýsingin er eitt svar til tað sum felagsskapirnir halda er ein roynd at ávirka áskoðanina hjá trúarsamfeløgunum viðvíkjandi kyni og kynslívi, skrivar TV 2.
Í yvirlýsingini verður millum annað sagt at tað eru bert tvey biologisk kyn – kvennkyn og kallkyn – og at hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu er bíbilski karmurin um lív teirra saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo