Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ADHD-felagið: Oktober mánaður er ADHD tilvitanarmánaður, og sum vanligt skipaði ADHDfelagið fyri tiltaki týskvøldi.

Endamálið umframt at skapa tilvit, er eisini at framleiða lætttilgeingiligt tilfar um ADHD og ADD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum. Hetta við at stroyma og goyma framløgurnar á miðlasavninum á ADHD.fo.

Ársins evnið er “Øll læra IKKI líka” og tí reistu vit spurningin "Hvussu læra vit best”. Til at svara spurningin høvdu vit bjóðað ungari gentu við ADHD, granskarum frá Setrinum, orðblindalærara og Logopedi. Skáin var spennandi og fjøbroytt og møttu heili 100 fólk umframt nógv fylgdu við stroymingini á netinum.  Eisini varð ársins ADHDviðurkenning latin Maybritt við Strond og Finn Danberg frá Team Rynkeby Føroyar grundgav fyri flotta stuðulin á heili 150.000kr. 

Børn mistrívast í skúlanum og fáa ikki ta skúlagongd og læring tey burdu, hóast evnini eru har. Donsk tøl vísa, at 44,4% av 18 ára gomlum við ADHD ikki eru undir útbúgving, og heili 25% av 15-24 ára gomlum hvørki arbeiða ella ganga í skúla.  Spurningur er, hvussu kunnu vit gera ein ADHD vinarligari skúla, so fólk við ADHD eisini læra?

Vit hoyrdu lívssøguna hjá 20 ára gomlu Fríðu á Mýrini, um hennara skúlagongd frá skúlafráveru í fólkaskúlanum til eitt flott studentsprógv. Fríða fekk staðfest ADHD sum 15 ára gomul og hóast lítla skúlagongd í 7. til 9. flokki fekk Fríða eitt flott studentsprógv. 

Nýggj spennandi granskingarverkætlan í Co-teaching er farin av bakkastokki á Setrinum og høvdu vit tríggir granskarnir frá Námsvísindadeildini Frida Poulsen, Petur Lamhauge og Anna Eikholm at greiða frá spennandi Co-teachingverkætlan.

Eisini var Annika Katrin Joensen, forkvinna í Orðblindalærarafelagnum greiddi frá um orðblindi og vísti á, at fleiri við orðblindi eisini hava ADHD. Nógv við ADHD fáa gagn av og læra betri við at nýta lesi-& skrivitøkni.

Á hvørjum árið letur ADHD felagið eina ADHD viðurkenningini, og var tað ein samd nevnd, ið avgjørdi, at Maybritt við Strond skuldi hava ADHD viðurkenningina í 2024. Grundgevingin liggur á ADHD.fo.

ADHDfelagið takkar stuðlum, øllum uppmøttum, tykkum ið fylgdu við stroymingini hjartaliga, fyri at vísa hesum stóra og týdningarmikla evninum áhuga. Á hendan hátt eru tit við til at breiða ADHDtilvit. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo