Minst 73 skulu hava latið lív síðsta samdøgrið, fleiri teirra kvinnur og børn, eftir ísraelsk álop á býin Beit Lahia har norðuri í Gaza.
Tað siga hamasmyndugleikarnir á staðnum, men Ísrael sigur, at talið er skeivt og ikki nær í námin so stórt.
BBC endurgevur Ísrael fyri at siga, at tað var eitt Hamas reiður, sum var mál fyri álopinum, og at ísraelski herurin ger alt sum hann kann fyri at sleppa undan at vanlig fólk verða rakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo