KVF: Taks hevur ongan møguleika at herða eftirlitið við rúsevnum. Vandi er fyri, at eftirlitið viknar, tí Taks fær færri pengar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, skrivar KVF.
Í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans í ár undir yvirskriftini "Styrkt eftirlit við innflutningi av rúsevnum" stendur millum annað:
"Sambært heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu skulu átøk fremjast komandi árini, sum væntandi fara at bøta um eftirlitið við innflutninginum, so at tað verður torførari at flyta rúsevni inn í landið."
Men tað er júst tað øvugta, ið hendir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo