Tórshavna kommuna: Jákup er 63 ára gamal og útbúgvin ambulansuviðgeri, maskinist, elektrikari og er eisini útbúgvin innan kreppuleiðslu.
Hann hevur drúgvar og viðkomandi leiðsluroyndir, m.a. sum deildarleiðari fyri Sjúkraflutningstænastuna og Leiðbeining á Landssjúkrahúsinum frá 2003 til 2021 og sum varaleiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum frá 1993 til 2003. Jákup hevur tískil fleiri enn 25 ára royndir innan leiðslu, fíggjarviðurskifti, rakstur og tilbúgving.
Hann vitjaði í gjár á Ráðhúsinum. Á myndini sæst hann saman við Boga Jacobsen, tekniskum stjóra í Tórshavnar kommunu, og Heðini Mortensen, borgarstjóra.
Vit ynskja Jákupi hjartaliga vælkomnan!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo