Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna hevur samtykt og almannakunngjørt Spillivatnsætlanina 2023, sum lýsir núverandi spillivatnsskipanina og framtíðarætlanir fyri at tryggja heilsu, umhvørvi og tilfeingisnýtslu.
Vatn er eitt týdningarmikið tilfeingi, og kommunan arbeiðir við at tryggja góða vatngóðsku í áum og í fjøruni. Við raðfesting av spillivatnsskipanini verður væntað, at hetta fer at síggjast aftur í einum reinari umhvørvi, størri lívmargfeldi og øktum trivnaði.
Tórshavnar kommununa ætlar, yvir fýra ár, at seta av kr. 60 mió. til spillivatnsætlanina, ið er gjørd sambært kunngerð nr. 111 frá 7. september 2009, við tí endamáli at tryggja, at spillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda. Ætlanin tekur eisini støði í umhvørvispolitikkinum hjá kommununi, sum miðar eftir at økja um lívmargfeldi og minka um dálking.
Spillivatnsætlanin er eitt týdningarmikið amboð hjá kommununi til planlegging av rakstri og útbygging av spillivatnsskipanini. Við støðugum broytingum á spillivatnsøkinum og øktum krøvum til reinsing, er neyðugt at tryggja, at skipanin kann taka ímóti størri nøgdum av vatni, serliga við broyttum veðurlagi og øktum frítíðarvirksemi fram við sjóvarmálanum.
Høvuðsskjølini í ætlanini sært tú her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo