Í morgin kemur hann lágt, tað verður ælaveður, men eisini løtur við sól, hitin um 7 stig.
Týsdagin turt og mestsum stilli, ondin kemur fyrst av landsynningi og eystri, fer seinni upp í landnyrðing og hitin fyrst um seks stig sum seinni minkar niður í eini 3 stig.
Mikudagin trilkar hann vindin av landnyrðingi, men seinni minkar hann burtur aftur, turrveður og hitin um 2 stig.
Hósdagin lot av eysturættum, turt og sólglottar og hitin 3-5 stig.
Fríggjadagin veksur hann sum frálíður vindin upp í ein strúk, hitin um fimm stig, turt og sólglottar, serliga um middagsleitið.
Næsta vikuskiftið kemur hann fyrst av norði við nógvum vindi, seinni minkar vindurin og hann fer yvir í eystan, seinni sunnan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo