Um tað eru ógvusligu orðini hjá komandi amerikanska forsetanum um Grønland sum gera tað, er ikki gott at vita.
Men nógv færri danir hava keypt sær ferðaseðil til USA higartil í ár enn somu tíð í fjør.
Tað vísa tøl frá Momondo sum fólk brúka at leita eftir ferðum á netinum, sambært B.T.
Serliga er áhugin fyri høvuðsstaðnum, Washington, minkaður nógv. Har fara 29% færri, vísa hagtølini, sigur B.T. ímeðan eisini býir sum New York, Los Angeles og Las Vegas skulu vænta sær færri danir á vitjan.
Samstundis er áhugin fyri ferðum í Europa nógv vaksin, serliga til Stórabretlands og Portugal, har áhugin er vaksin við ávíkavist 53% og 33%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo