Mitt í jólaresinum eftir arbeiðstíð 19. desembur súkklaði eg upp um skipasmiðjuna og niðan á háskúlan, har ið bæði reyður leypari og ljósketur tóku ímóti mær í mínum gula vesti. Komin innum til búgvið kaffiborð við Guðriðsa eygagóðu koppum, bíðaðu vit nøkur, til leiklistarlærarin Súsanna Tórgarð lovaði okkum inn í høllina at sessast, bæði børn og vaksin, vinir og ætt hjá sjónleikarunum.
Tað var ársins háskúlaflokkur, sum nú skuldi royna seg á palli. Tóat tey bert vóru 8 í tali, vóru tey helst tann mest heimsborgarligi flokkurin, sum eg hevði sæð við ganesarum, japanara, grønlendingi, dana og bert einum føroyingi. Føroyska málið og skandinaviskt hava helst verið við undirluta í undirvísingini, men kortini kendist her hin sami andi bleiktra, sum í Føgrulíð á sinni: Tann frílynta trúgvin á menniskjað og tess ómetaligu menningarmøguleikar!
Leikurin byrjaði við donsku Lonu, sum so tignarliga hugleiddi á donskum um, hvussu óendaliga stutt ið lívið er, men at listin leingir um hetta sama, sum hevur so djúpa meining fyri okkum øll. Síðani komu hinir sjónleikararnir inn, ein fyri og annar eftir, á føroyskum, á ymsum ganesiskum málum og enskum, á japonskum - ja enntá var grønlendskur sersangur at hoyra. Tað var eins og at vit øll skiltu tey ganesisku tungumálini, so væl nýttu hesi vakurt dæmdu í litføgrum búnum teirra kropsmál og dansir til at fáa okkum við inn í søguna um teirra afrikonsku mentanir. Eisini var tað so skaldsligt at hoyra hugfarsliga japanaran Wataru tosa japanskt eina góða løtu við reyðvínsglasi í hendi, fyri síðan at blíva speiskliga týddur til føroyskt av einasta føroyinginum í flokkinum. Lonusa lívsjáttandi hugleiðing ígjøgnum allan henda tvørmentanarliga kokkteylin, ella rættari sagt bukkettina av litføgrum framførslum í talu, sangi og dansi, bar við nakað so satt, sum fekk okkum at flenna - ikki minst børnini, sum sótu aftan fyri meg - og at gerast góð henda dámliga háskúlaflokk. Grønlendska Heide sang so fagurt á grønlendskum og leiddi eisini kórsang við øllum hópinum, har ið tey, um ikki líka reint, sungu landapláguna "Dugir tú at tosa føroyskt" eftir Lenu Andersen.
Tá ið leikurin var at enda, súkklaði eg uppbygdur avstað, rørdur av bjartskygninum í leikinum, og ásttikin í tvørmentanarligum litum, sum møttust her í Norðuratlantshavi og enn einaferð blivu ektaðir vinir fyri lívið!
Napoleon Smith
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo