Norskur fornfrøðingur: Kendasti rúnarsteinurin frá víkingatíðini í Danmark er ikki frá víkingatíðini
Jellingesteinarnir eru fyri nógv í Danmark ímyndin av donskum mentanararvi og samleika. Teir vórðu reistir av konginum Gormi Gamla og soni hansara, Haraldi Blátonn seint í 900-árunum, sigur søgan, og staðfestu millum annað, at Danmark nú er kristið land.
Men er tað nú heilt rætt?
Í øllum førum ikki um tú spyrt norska fornfrøðingin og granskaran Håkon Glørstad.
Hann heldur, at steinurin er eini 200 ár yngri enn danir siga, og at hann varð umbiðin av einum biskuppi sum liður í tjóðarbyggingini tá í tíðini.
Hann sigur millum annað, at í tíðini tá Haraldur Blátonn livdi, høvdu tey ikki tann intelektuella kapasitetin til at skrivað tað sum stendur á steininum.
- Teksturin minnir meira um tað, sum bleiv skrivað á gravstøð í 1100-talinum, sigur hann millum annað í seinastu útgávuni av tíðarritinum Viking, Norsk arkeologisk årbok, sum forskning.no endurgevur úr. Hann vísir eisini á fleiri onnur viðurskifti sum benda á, at danskir fornfrøðingar fara skeivir, tá teir meta um upphavið til Jellingesteinarnar.
Håkon Glørstad væntar sær ikki, at danskir starvsfelagar fara at taka undir við hansara nýggja ástøði viðvíkjandi Jellingesteinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo