Í morgin verður strúkur í vindi av útsynningi, ælaveður og hitin upp í 9 stig.
Týsdagin hvassur vindur av útsynningi og suðri, ælaveður men seinnapartin meira sum samregn, hitin upp í 10 stig.
Mikudagin skrið av útsynningi, samdrigið og hitin um 9 stig.
Hósdagin hvassur vindur ella skrið av útsynningi og suðri, samdrigið og regn seinnapartin, hitin 8-9 stig.
Fríggjadagin fyrst hvassur vindur av útsynningi, seinnapartin minkar vindurin og fer upp í útnyrðing síðani landsynning og tað kølnar, eitt skifti niður í 4 stig.
Næsta vikuskiftið verður aftur lágætt og nógv regn, leygardagin nógvur vindur men sunnudagin minni vindur. Hitin um 8 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo