Nú 116 ára gamli japanarin Tomiko Itooka doyði millum jól og nýggjár, er ein líka gomul nonna úr Brasil blivin heimsins elsta fólk.
Hon eitur Inah Canabarro Lucas, og er - 116 ár. Hon hevur verið nonna, síðani hon var 20.
Sambært VG sigur familjan, at hon er blivin so gomul, tí hon hevur fastar vanar. Hon hevur fastar tíðir fyri, nær hon fer upp, nær hon etur, biður og svevur, siga tey.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo