Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú elskar?”

Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Christian seg smugla inn um sýriska landamarkið. Umframt at ferðin inn í harðrenda og krígsherjaða landið er lívshættislig, er hon eisini sjálvrannsakandi.

Sum frálíður, sannar Christian, at hann skal gera seg til reiðar at ofra alt, hann higartil hevur fest sína trúgv og tilveru á, skal hann nakrantíð síggja sonin aftur.

Albert Rudbeck Lindhardt (f.2001), ið er sonurin Adam, var eisini sonurin í altjóða virðislønta filminum Druk hjá Thomas Vinterberg. Hann var eisini við í filmunum Kollision, Retfærdighedens ryttere og ungdómsfilminum Smuk.

Leikstjóri er Charlotte Sieling (f.1960), sum fyrr hevur gjørt filmarnar Margrete den Første og Mesteren, og hevur havt faklig filmsskeið í Føroyum.

Filmsfelagið sýnir ”Vejen hjem” mikudagin.

Filmsfelagið 15/1 20:00 Vejen hjem (Charlotte Sieling Danmark 2024 97 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo