Teatur Grugg: Leiklistabólkurin Teatur Grugg hevur í nógv ár havt ætlanir um at pallseta klassikaran “Ett Drømspel” eftir August Strindberg, og nú verður tað veruleiki. Í Sjónleikarhúsinum í Havn eru yrkisleikarar og áhugaleikarar í gongd við at venja leikin, sum á føroyskum eitur “Dreymaleikur”.
Hanus Kamban, rithøvundur hevur týtt, og gevur leikritið út í bók í samband við frumframførsluna tann 9.februar.
Í leikinum eru nógvir leiklutir og fleiri hóp scenur, og tí var hetta ein sjálvsagdur møguleiki at savna yrkisleikarar og áhugaleikarar í eini felags verkætlan.
Agnes, dóttir gudin Indra, kemur niður á jørðina, tí hon er forvitin og vil kanna, hvussu menniskjuni hava tað. Hon upplivir hvussu menniskjuni av øllum alvi stríðast fyri at gerast eydnurík. Tey royna at finna gleði og kærleika, leita eftir eini meining við lívinum, samstundis sum tey eru fastlæst av umstøðum og sínum tankum um, hvussu hetta skal lata seg gera.
Strindberg skrivaði hetta surrealistiska dramaið um stríðið hjá menniskjunum í 1902, og formurin hann hevur valt er dreymurin. Tilveran verður sett uppá spíssin, alt ber til og alt kann henda.
Í pallsetingini hjá Teatur Grugg í Sjónleikarhúsinum, er denturin lagdur á tað absurda í leikinum, og tær ofta tragikomisku, gerandisligu støðurnar, sum vit menniskju mangan enda í. Vit vænta at áskoðararnir fara at uppliva tað sum hendir á pallinum, við einum afturkennandi brosi.
Tey sum spæla við í Dreymaleiki eru:
Yrkisleikarar: Ebba Malena Debess Thomsen, Hans Tórgarð, Búi Rouch, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð.
Leikarar úr Havnar Sjónleikarfelag: Lív Bruun Müller, Noomi Nielsen, Karin Djurhuus, Chokri Bourbiaa, Oddvá Nattestad, Róar Terjason Hansen, Bjørg Clementsen.
Leikstjóri er Ria Tórgarð.
Stuðlað hava: Mentanargrunnur Landsins, Mentamálaráðið, Máf og Tórshavnar Kommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo