Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tøkk til tónleikarar, røðarar og teir umleið 80-100 áhoyrararnar í sambandi við friðarkonsertina á Reinsarínum í Tórshavn fyrrakvøldið 17. januar. 

Tiltakið varpaði ljós á týdningin av friðartilgongdum heldur enn vápnadubbing í krígsraktu økjunum í Ukraina og Miðeystri. Tónleikurin og røðurnar stuðlaðu væl undir friðarboðskapin, ið var endamálið við konsertini.

Vápnahvíldin, sum nú er sett í gildi í Miðeystri, er vónandi byrjanin til eina veruliga friðartilgongd, sum eisini kann geva íblástur til vápnahvíld og friðarsamráðingar í viðurskiftunum millum Ukraina og Russland.

Sum niðanfyri nevnda yrking lýsir, so er vápnahvíld fortreytin fyri uppafturtøku av kríggi.

Tí er alneyðugt við ítøkiligum friðarsamráðingum, meðan vápnahvíldin er:

Humaniter vápnahvíld?

Tá vápn fara at hvíla
eru menniskju longu løgd til hvíldar

tey vakna stríðshugað aftur
tað gera menniskju ikki

humanitera hvíldin er stokkut
tí vápn liva av deyða

er vápnaða hvíldin humaniter
tá fortreytin er uppafturtøka av kríggi

og eru vit humaniter
tá hugmyndin er

at kríggj skapar frið

sum leggur enn fleiri menniskju ov tíðliga til hvíldar?

Hoyvík, 20. januar 2025
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari av friðarkonsertini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo