Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hoyvíkar kirkja: Sunnukvøldið 19. januar kl. 19 verður nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju.

Talan er um eitt afturvendandi tiltak, tí fyrstu ferð hetta varð roynt var í fjør, tá hin ungi og gávaði urguspælarin Ari Hammer Joensen tók stig til hetta tiltak. Hann nemur í hesum árum frálæru innan urguspæl og hevur lisið bæði Danmark og í Niðurlondum.

Ari Hammer Joensen er fúsur aftur í ár at bjóða fólki til nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju, og skráin sær soleiðis út:

1. Johann Sebastian Bach (1685 - 1750) - In dir ist Freude BWV 615

2. Charles-Marie Widor (1844 - 1937) - Bach's Memento - Marche du veilleur du nuit

3. Louis Vierne (1870 - 1937) - 24 Pièces de fantaisie: Deuxième Suite Op. 53 (1926)
I. Lamento
II. Sicilienne
III. Hymne au soleil
IV. Feux follets
V. Clair de lune
VI. Toccata

4. Émile Waldteufel (1837-1915) - Les Patineurs (Skoytu valsurin) Arr. Jonathan Scott

5. Johann Strauss I (1804 - 1849) - Radetzkymarsch Arr. Jonathan Scott

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo