Veðrið í morgin líkist veðrinum í dag, lot av landnyrðingi og hitin um frostmarkið, okkurt kavaæl men eisini møguleiki fyri sólglottum av og á.
Týsdagin hvassur vindur av norði, tað kavar meginpartin av degnum, inn ímillum sær sólin onkra løtuna og hitin beint omanfyri frostmarkið.
Mikudagin strúkur í vindi ímillum útnyrðing og landnyrðing, tað kavar allan dagin og hitin um ella beint omanfyri frostmarkið.
Hósdagin minkar vindurin sum frá líður burtur, tó framvegis ein ond norðaneftir, hitin um frostmarkið men lítið ella onki avfall.
Fríggjadagin mestsum stilli og gott veður, sól mitt á degnum, onki avfall og hitin førkar seg úr frostmarkinum upp í eini fýra stig.
Næsta vikuskifti veksur hann sum frálíður uppí hvassan vind ella skrið av suðri, hitin kemur upp í 8 stig og tað fer at regna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo