Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í vikuni skipaði Heilsustýrið fyri móttøku fyri Sæunn Ólavsdóttir Hansen í sambandi við, at hon hevur skrásett krabbameinstilburðir í Føroyum í samfull 30 ár. Fyri okkum í Krabbameinsfelagnum kann hetta arbeiðið ikki metast nóg høgt.

Hagtøl eru fyritreyt fyri menning. Umframt at fáa nakað ítøkiligt at arbeiða við frameftir, fært tú eisini lýst støðuna á krabbameinsøkinum neyvari og greiðari, og tú kanst brúka tølini í granskingarhøpi og samanbera við onnur tvørtur um landamørk.

Longu í fimmtiárununum varð farið undir arbeiðið at skráseta tilburðir av krabbameini í Føroyum. Tað var røntgenlæknin og ein av stovnarunum av Krabbameinsfelagnum, Sanna Dahl Niclasen, sum tá tók stig til hetta arbeiðið. Sanna var eisini forkvinna í Krabbameinsfelagnum í nógv ár. Hon royndi øll síni virkisár á Landssjúkrahúsinum og í felagnum at bøta um skrásetingina. Hon var javnan í samband við myndugleikar heima og uttanlands, og royndi alt hon var ment at ávirka soleiðis, at vit her heima kundu fáa eina munadygga og fullfíggjaða skráseting av krabbameinstilburðum.

Tá ið so føroyska heilsuverkið yvirtók krabbameinsskrásetingina úr Danmark hin 1. januar í 1995 byrjaði Sæunn Ólavsdóttir Hansen at skráseta tilburðir og sløg av krabbameini í Føroyum. Saman við Landssjúkrahúsinum bygdi hon næstu 30 árini ótroyttiliga víðari á arbeiðið hjá Sannu.

Sæunn hevur gjørt eitt megnararbeiði, sum Krabbameinsfelagið hevur notið gott av. Hon hevur veruliga verið ein eldsál og fyrimynd, sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum. 

Endamálið við at skráseta og goyma hesar upplýsingar hevur alla tíðina verið:

- at gera hagtøl til frágreiðingar og annað um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum

- at brúka hagtølini til gransking innan krabbameinsøkið

- at greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja til rættis arbeiðið í sjúkrahúsverkinum.

Krabbameinsfelagið vil við hesum takka Sæunn so hjartaliga fyri góða samstarvið øll hesi árini, og ynskja vit henni blíðan byr.

Krabbameinsfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo