- Vit mugu bara staðfesta, at tað sum vit hava í dag er ikki tað, sum vit ætlaðu tá. Soleiðis sigur Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður í mentamálum beint eftir aldarskiftið, og tað var hann sum átti uppskotið um at leggja teir báðar almennu public service stovnarnar saman í ein. Tað hendi tann 1. januar 2005.
- Hatta er ein góður spurningur, sigur Jógvan á Lakjuni, tá VP biður hann líta aftur um bak og gera sær nakrar tankar um ta avgerðina, hann tá tók.
- Eg havi mangan hugsað um hatta har. Tað hekk ikki saman fíggjarliga hjá sjónvarpinum, tey høvdu arbeitt nakað í Mentamálaráðnum við tankanum at leggja stovnarnar saman sum eina møguliga loysn. Eg vendi spurninginum í landsstýrinum eisini, og har var semja um, at tað var tað rætta at gera. At leggja saman.
- Dreymurin tá var at hava tvær tíðindadeildir, og tað stendur eisini í upprunaligu lógini. Men tað bleiv ongantíð. So blivu tíðirnar so nógv øðrvísi, og so broyttu tey lógina. Tá var eg farin frá.
- Nú eru 20 ár liðin. Eydnaðist samanleggingin?
- Eg haldi, at vit í dag hava ein ov sterkan stovn. Alt er blivið so einsporað, sigur Jógvan á Lakjuni eftir at hava hugsað seg um eina løtu. -Tá eg hyggi aftur á hatta har, so má eg siga, at eg ivist. Eg haldi, at tað kundi gott verið meira kapping. Kanska nakað sum í Danmark, við DR og TV2. Men kanska meira útvarp enn sjónvarp. Annars havi eg ikki so sterkar meiningar um hatta. Men tað var eg sum gjørdi tað. Tað var mín skyld. Men eg hevði eisini góðan uppbakning í landsstýrinum. Men eg havi eitt sindur ringa samvitsku av hesum viðhvørt, tað má eg viðganga.
- Angrar tú tað?
- Nei, tí vit ætlaðu ikki tað, sum tað nú bleiv. Okkara ætlan var ein góð ætlan, um tú lesur viðmerkingarnar til upprunaligu lógina, har tað millum annað stendur um tvær tíðindaeindir við hvør sínum leiðara.
- Eg helt ikki tá, at tað var so órealistiskt, at tað var ein deild til útvarp og ein til sjónvarp. Tað bleiv ongantíð ordiligt. Tað eri eg harmur um.
- Men tað ber sjálvandi til at venda aftur til tað, eisini í dag, sigur Jógvan á Lakjuni at enda.
VP hevur spurt Ivan Hentze Niclasen, sum til fyri kortum var stjóri í Kringvarpi Føroya, um nakað verður gjørt burturúr í samband við ársdagin, men hann sigur, at honum vitandi er onki í umbúnað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo