Fyrradagin vórðu 14,6 stig máld á Viðareiði, og tað varð sagt at vera hitamet.
Men so er kortini ikki.
Ein lesari hevur gjørt okkum varug við, at sambært bókini "Veður og tíðindi í Føroyum", sum Petur Skeel Jacobsen, sáli, gav út, og sum millum annað hevur mátingar frá 1875 til 2002, er mesti hitin sum er máldur 14,8 stig.
Tað var í januar 1950.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo