Klippfisk: Við einum fullsettum sali og spentum áskoðarum gjørdist árliga filmskappingin hjá Klippfiski ein stór succéss, tá ið filmarnir vórðu sýndir sunnukvøldið 19. januar. Filmskappingin fór fram dagarnar 13. til 15. januar, og úrslitini vórðu avdúkað við eini stásiligari sýning í Perluni.
80 eldhugaðir filmskaparar úr 27 bólkum kring alt landið teknaðu seg, og úrslitið var eitt ótrúliga gott og fjølbroytt filmsupplivilsi. Evnið í ár var ævintýr og ma. skuldi vatn spæla ein leiklut í filminum.
Í dómsnevndini vóru Durita Sumberg Poulsen, sum umboð fyri Klippfisk, Eir í Òlavsstóvu sum umboð fyri Føroysk Filmsfólk og Jón Hammer sum umboð fyri Filmshúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo