FSF: Mikudagin 1. juni fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ukrainar koma á vitjan á Tórsvølli. Og eina lítla viku seinni, týsdagin 7. juni, er heimadysturin móti Serbia á skránni. Dysturin millum Føroyar og Serbia verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík.
Tá liðini hittust í fjør, vunnu ukrainar 1-0 á heimavølli, meðan dysturin millum Serbia og Føroyar endaði við málleysum javnleiki.
Atgongumerkjasølan til nevndu dystir er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 kr. fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung, 16 ár og yngri.
Støðan í bólkinum er tann, at Frakland er fremst við 19 stigum fyri 7 dystir. Ukraina er nummar 2 við 13 stigum eftir 6 dystir, og á 3. og 4. plássi koma Serbia og Føroyar við ávikavist 11 og 9 stigum fyri 8 dystir. Norðurmakedónia hevur 6 stig, og hevur eisini spælt 8 dystir, meðan Armenia er aftast við trimum stigum fyri 7 dystir.
Mikudagin 1. juni kl. 18:00
Føroyar U21 – Ukraina U21 á Tórsvølli
Týsdagin 7. juni kl. 16:15
Føroyar U21 – Serbia U21 við Djúpumýru í Klaksvík
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo