Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Jørgen Nielsen, sum fyrr í ár skifti NSÍ út við Østers IF í Svøríki, er boðsendur til U21-landsdystirnar móti Ukraina og Serbia - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: Mikudagin í komandi viku fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ukrainar vitja á Tórsvølli. Og týsdagin 7. juni er seinasti dysturin í hesari undankappingini á skránni, tá Serbia verður mótstøðuliðið á Djúpumýru í Klaksvík.

Í vikuni varð hópurin til komandi dystir úttikin, men tað verður kortini uttan Samuel Johansen Chukwudi, sum fyrr í ár skifti til belgiska felagið, Royal Union Saint-Gilloise.

Samuel er júst blivin klárur aftur eftir ein skaða, sum hann hevur drigist við, men mett verður ikki, at hann er nóg birgur til tveir krevjandi landsdystir í næstum.

Í staðin hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir Jørgeni Nielsen, ið spælir fyri Østers IF í Svøríki.

Atgongumerki til dystirnar móti Ukraina og Serbia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung, 17 ár og yngri.

Føroyar og Ukraina spæla á Tórsvølli mikudagin 1. juni klokkan 18:00, og á Djúpumýru í Klaksvík verður fyrsta spark millum Føroyar og Serbia týsdagin 7. juni klokkan 16:15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo