Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Summar Festivalurin: Summar Festivalurin kunnger í kvøld tvey nøvn afturat til ársins festival. Poppbólkurin Safir, sum ger comeback við nýggjum tónleiki í hesum døgum, og Stongum, Guttesen & Ravnsfjall, sum umboða tað besta av vágasoundi, verða við á landsins størsta tónleikatiltaki í august.

Bólkurin Safir er mannaður við Tór Verlandi Johansen og Janusi Trúgvason, og teir hittaðu stórt við útgávu í 1996. Fleiri av sangunum á hesari útgávu vóru nógv at hoyra, og fólk munnu framvegis kennast við teir – eitt nú »Tú ert so deilig«, »Høgra Jam« og »Mánin«.

Nú hevur Safir givið nýggjan tónleik út, og í teir vera fyri fyrstu ferð við á Summar Festivalinum.

Magnus av Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru stórir profilar í føroyskum tónleik. Teir eru millum fremstu umboð av vágasound og hava gjøgnum árini samstarvað á ymiskan hátt.

Onkuntíð hevur tað verið í Tinganest, onkuntíð Vágaverk, onkuntíð Stongum & Guttesen, og á Summar Festivalinum verður tað Stongum, Guttesen & Ravnsfjall.

Hetta verður ein heilt serlig løta, tá ið vit fáa perlur sum »Eftir 1001 nátt«, »Annan sang«, »Medistari í karri«, »Kom heim« og »Rumbuldós«.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til 6. august.

Mikukvøldið á midnátt hækkar prisurin á vikuskiftispassum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo