Um vikuskiftið varð kappast í DM í estetiskum fimleiki í Greve, og eitt føroyskt lið var við í kappingini. Tað var gentuliðið Mira úr Havnar Fimleikafelag.
Tær endaðu á einum fyrstaplássi til innleiðandi kappingina, sum var leygardagin, og tóku eisini fyrstaplássið í finaluni, sum var í gjár.
1. HF Mira (15,93) 16,70 samanlagt 32,632
2. Team Vivanit (15,83) 16,63 samanlagt 32,465
3. Team Merida (15,40) 16,17 samanlagt 31,565
Í kvinnubólkinum luttók Team Nordik, sum er fimleikaliðið hjá føroyska ítróttarfelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar.
Myndir: Haldur Suni Johansen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo