Bragdið og Sclerosufelagið hava síðani 2019 samstarvað um flaggdagsrenningina. Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið og haraftrat ber til hjá øllum, sum melda til, at lata eina peningaupphædd til felagið.
Sclerosufelagið ger nógv burturúr flaggdagin, við telti á Kongabrúnni, har tey bjóða drekkamunn og prát, meðan luttakarar renna og ganga, og nógv tóku av møguleikanum at vitja í teltinum.
Tilsamans komu 18.550,- krónur inn og til lítla móttøku í Bragdarhúsinum í dag, vóru pengarnir latnir Sclerosufelagnum.
- Samstarvið heldur fram og vit eru samd um, at gera tiltakið størri og betri, sigur Bragdið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo