Borðtennissambandið: Innleiðandi umførini í FM-kappingini í borðtennis hava verið spæld í høllini á Hálsi í dag, og har var stórur spenningur um hvør skuldi spæla seg í finalurnar, sum verða spældar á stóra felags FM-degnum hjá borðtennis, badminton og judo í Hoyvíkshøllini í morgin.
Í mansfinaluni verða tað Fróði Fríðason Jensen og Albert Weihe Wolfsberg, sum fara at dystast. Hetta er áttandu ferð á rað, at Fróði er í finaluni, og hann hevur vunnið hana fimm ferðir. Fróði vann í hálvfinaluni sannførandi 4-0 á Sveini Mortensen Nolsøe.
16 ára gamli Albert Weihe Wolfsberg er hálvur føroyingur, og hann spælir við Hillerød í Danmark. Hetta er fyrstuferð, at hann luttekur í FM. Í hálvfinaluni vann 4-2 á Halli Thorsteinsson í einum stundum sera væl leiktum dysti.
Í kvinnufinaluni verður tað sum væntað Henrietta Nørr, ið verður annar finaluluttakarin. Henrietta hevur vunnið FM hvørjaferð hon hevur verið við, t.e. fýra ferðir, og hevur sostatt ongantíð tapt ein dyst í FM. Í hálvfinaluni vann hon 3-0 á Duritu F. Jensen.
Mótstøðuleikarin hjá Henriettu í finaluni verður verandi føroyameistarin, tann bara 15 ára gamla Marin Elisabet Poulsen. Stórtalentið úr Hvalba vann sína hálvfinalu 3-1 ímóti liðfelaga sínum í TBF, Britt Michelsen.
FM-finaluyvirlit í borðtennis – leygardagin 14. mai
Meistaradeild, menn
Fróði F. Jensen – Albert Weihe Wolfsberg (kl.14:55, beinleiðis í KVF)
Meistaradeild, kvinnur
Henrietta Nørr – Marin Elisabet Poulsen (kl.13:15, beinleiðis í KVF)
Tvímansleikur, menn
Fróði F. Jensen / Hallur Thorsteinsson – Albert Weihe Wolfsberg / Ári F. Jensen (kl.10:40)
Tvímansleikur, kvinnur
Marin Elisabet Poulsen / Henrietta Nørr – Anja Wongwai / Britt Michelsen (kl.10:00)
Blandaður tvímansleikur
Fróði F. Jensen / Durita F. Jensen – Hallur Thorsteinsson / Henrietta Nørr (kl.11:20)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo