Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30.
Talan er um hesar vegir:
- Norðari Ringvegur og Eystari Ringvegur eru stongdir frá Norðurlandahúsinum til Hvítanesvegin frá kl. 14.30 til 15.30
- Vegurin Yviri við Strond er stongdur líka inn á Vaglið frá kl. 15-16.30
- Havnargøta, Kopargøta og Áarvegur eru stongd frá kl. 15-16.30
- Vaglið og Niels Finsens gøta, niðan til Sverrisgøtu, eru stongd frá kl. 14.30-17.30
Meðan kvinnurenningin fer fram, koyrir leið 2 ikki Yviri við Strond, men eftir Stoffalág og Gripsvegnum oman í Steinatún.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo