Dartsambandið: Annar dagurin í Nordic Cup, sum er í Malmø, byrjaði við fjórðingsfinalum í einmansleiki.
Jan McIntosh hevði hósdagin tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni og tí ráddi um at vera klárur frá morgunstundini, tí dysturin var á skránni longu kl 9. Tað sást beinanvegin í øllum 4 dystunum hjá monnum, at leikararnir høvdu tungt við at fáa spælið at flóta, sum tað gjørdi hósdagin.
Finski mótstøðumaðurin hjá Jan byrjaði væl, men rakti ikki doublarnar og við tveimum køstum á 100 fekk Jan otað seg innaftur í settið og lukkað, tá hann fekk møguleikan. Annað sett var trilvandi hjá báðum, finnin kom fyrr niður á lukking og vann. Í triðja setti raknaðu báðir við, Jan var fyrr niður, men kiksaði 8 pílar eftir double og tapti. Jan fekk tó javnað til 2-2 við góðum spæli og tryggari lukking. Jan megnaði ikki at halda útleggið í 5. setti, finnin lukkaði við 16 pílum, júst sum Jan hevði spælt seg niður á 32. Sættað settið var sera gott og báðir vóru komnir niðum 100 eftir 12 pílar. Finski leikarin kiksaði reyðan bull og Jan kiksaði double-20. Nú komu nervar uppí og báðir kiksaðu næsta kast, áðrenn finski leikarin lukkaði við double-8 og so var føroyski møguleikin fyri enn einum heiðursmerki farin.
A-liðið hjá monnum vann innleiðandi bólkin
Eftir teir síðstu dystirnar í einmansleiki byrjaði liðkappingin. Liðini vóru býtt sundur í bólkar við 3 liðum í hvørjum, harav tvey lið komu víðari.
4 leikarar eru á hvørjum liðið. Spælt verður bert á einari skivu og leikararnir spæla bert eitt sett móti hvørjum leikara á mótstøðuliðnum. Tað liðið, ið fyrst vinnur 9 sett, hevur vunnið dystin.
Kvinnurnar vóru í bólki saman við Finnlandi og Danmark. Finsku kvinnurnar vóru væl betur enn tær føroysku. Tey flestu settini var lítið at gera og Finnland vann greitt 9-1. Í dystinum móti Danmark var heldur øðrvísi. Dansku kvinnurnar skoraðu væl, men høvdu stórar trupulleikar við at lukka settini. Tí fingu føroysku kvinnurnar møguleikan í nógvum settum. Tíverri høvdu okkara somu trupulleikar við at lukka, og eisini hesin dysturin endaði við einum 9-1 tapi.
B-liðið hjá monnum var í bólki saman við Finnlandi B og Noreg A. Allan við rætt legði hart út við at vinna fyrsta settið móti Finnlandi, men eftir hetta fingu føroysku leikararnir ongan píl eftir double og Finnland vann greiðan sigur 9-1.
Í dystinum móti Noreg løgdu føroyingar aftur hart út. Heri og Allan løgdu Føroyar á odda 2-0, men so vendi dysturin. Normenn fóru at spæla betur og betur, meðan okkara menn høvdu stórar trupulleikar at raka double. Noreg vann 9 sett á rað og dystin 9-2 og so var B-liðið hjá monnum úti.
A-liðið hjá monnum var í bólki saman við Noreg B og Íslandi A. Jan, Uni og Jan Erik løgdu beinanvegin Føroyar odda 3-0, uttan at Noreg hevði nakran píl eftir double. Teir tríggir hildu fram við góðum spæli og løtu seinni kundi Jón leggja Føroyar á odda 7-2 og sigurin var næstan komin í hús. Menn gjørdust eitt sindur kløkkir, tá Andreas Rokstad lukkaði við 160 móti Jan, men Uni og Jan Erik gjørdu uppgávuna lidna og staðfestu 9-3 sigurin.
Í dystinum móti Íslandi stóð nógv uppá spæl. Tað skuldu 6 sett til fyri at vinna bólkin. Men okkara menn vildu gera alt fyri at vinna á grannunum úr útnorði.
Byrjanin var trilvandi og Ísland kom á odda 3-0. Jón, Uni og Jan fingu tó skjótt javnað til 3-3 við greiðum sigrum, men løtu seinni hevði Ísland aftur vunnið 3 sett á rað. Jan og Uni fingu minkað til 5-6, men Ísland svarði aftur og kom uppá 8-6. Nú fingu allir nervar, og eftir tvey sera trilvandi sett, vóru Jan Erik og Jón eitt lítið sindur kaldari enn mótstøðumenninir, javnleikur 8-8 og so skuldi alt avgerast í einum setti. Her var Jan greitt betur enn mótstøðumaðurin. Føroyar vunnu 9-8 og komu ósigraðir í fjórðingsfinaluna.
Í fjórðingsfinaluni var mótstøðuliðið Finnland B, sum frammanundan hevði sligið føroyska B-liðið út. Og Finnland legði út, sum eitt óløgi, tá Jonas Masalin longu í fyrsta setti lukkaði við 170 móti Una. Skjótt var 5-1 til Finnland, men Jan og Jan Erik fingu skapt eitt lítið sindur av spenningi, tá teir minkaðu til 5-3. Eftir hetta streyk Finnland avstað aftur og okkara menn máttu bara ásanna, at Finnland vann uppibornan sigur, 9-4.
Nordic Cup er av á hesum sinni fyri okkara viðkomandi. Leygardagin eru allar finalurnar á skránni. Føroyar eru ikki umboðaðar í nakrari finalu, men Uni og Jan fáa tó handað bronsu-heiðursmerki í tvímansleiki, tá finalurnar eru leiktar.
Sunnudagin er so ein nýggj kapping á skránni. Hetta er WDF-kapping í einmansleiki, har leikarar úr øllum londum frítt kunnu melda til. Yvir 100 leikarar hava longu meldað til hesa kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo