Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Eyðun Húsgarð í starv sum leiðari fyri Svimjihøllina.
Eyðun Húsgarð hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum. Hann hevur eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari.
Eyðun er eisini kendur í felagsumhvørvinum bæðí í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi Føroya.
Svimjihøllin hevur uml. 160.000 vitjandi árliga. Høllin verður í løtuni bygd út við langhyli og vælveruøki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo