FSF: Farna mánadag kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til dystirnar í UEFA Nations League sum eru á skránni juni mánað. 23 spælarar eru í fyrstu atløgu boðsendir, og síðan er ætlanin at úttaka ein afturat seinni í vikuni.
Millum teir 23 var Teitur Matras Gestsson úr HB, ið higartil er skrásettur fyri 19 A-landsdystir fyri Føroyar. Men nú er greitt, at føroyska liðið má klára seg uttan Teit á hesum sinni.
Teitur Matras Gestsson hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hevur tískil givið avboð. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kristiani Joensen úr EB/Streymi.
A-landsliðið skal spæla fýra dystir í juni mánað – móti Turkalandi, Litava og tvær ferðir móti Luksemborg.
4. juni Turkaland – Føroyar (kl. 19:45)
7. juni Føroyar – Luksemborg (kl. 19:45)
11. juni Føroyar – Litava (kl. 17:00)
14. juni Luksemborg – Føroyar (kl. 19:45)
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í løtuni eru umleið 1.500 atgongumerki seld til heimadystirnar móti Luksemborg og Litava.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo