Talvsambandið: Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum.
Higartil hava úrslitini verið:
Rógvi Egilstoft - Luitjen Akselsson Apol ½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Rógvi Egilstoft ½ - ½
Luitjen Akselsson Apol - Høgni Egilstoft 1 - 0
Støðan:
Luitjen 1½
Rógvi 1
Høgni ½
Nú verður hildið fram í hesari røð:
Luitjen - Rógvi
Rógvi - Høgni
Høgni - Luitjen
Stendur á jøvnum eftir hetta millum tveir ella tríggjar, verður hildið fram við snartelving.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo