Fleyr A gjørdist føroyameistari fyri gentir 16 í A bólkinum. Hetta varð greitt, eftir at genturnar frá Fleyr í gjárkvøldið vunnu finaluna á Mjølnir.
Fleyr A vann dystin 3-1 við settúrslitunum 25-15, 25-23, 22-25 og 25-21.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Thirsa Becerra, sum hóast einans 16 ára gomul, er ein av berandi kreftunum á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr.
Settini:
Mjølnir - Fleyr A (1-3) (15-25, 23-25, 25-22, 21-25)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo