Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði í gjár á Giljanesi. Sandavágs Talvfelag skipar fyri í ár. Kappast verður í fýra bólkum; Landsliðsbólkinum, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum.

Í alt 45 telvarar eru við. Í fjør vóru 67 telvarar í stóru 100 ára jubileums FM-kappingini hjá Havnar Telvingarfelag.

Átta kappast í FM-bólkinum. Í almenna bólkinum eru 17 telvarar, í unglingabólkinum 16 og í veteranbólkinum eru fýra telvarar.

Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft eru favorittar at vinna FM í ár.

Landsliðsbólkurin 2024
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2379

Rógvi Egilstoft, ST 2279

Luitjen Akselsson Apol, HT 2239

Hans Kristian Simonsen, KT 2177

Torkil Nielsen, ST 2057

Terji Petersen, KTF 2040

Einar Gregersen, KTF 1897

Ingi Wiberg, ST 1883

Hvar eru havnarmenn?
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska verjir ikki FM-heitið, sum hann ognaði sær í fjør.

Helgi er ikki longur fastur fúsur í FM-einstaklingakappingunum. Men tær ferðirnar, at hann er við, hevur hann vunnið. Undantakið var í 2009. Tá vann Martin Poulsen.

Martin Poulsen er heldur ikki við í ár. Ei heldur Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg. Havnarmenn vunnu fyri stuttum liðkappingina í stórum stíli, men eru illa umboðaðir í einstaklingakappingini. Luitjen Akselsson Apol er hin einasti úr Havnar Telvingarfelag í Landsliðsbólkinum í ár.

Tríggir vinnarar
Seinastu tíggju árini hava somu tríggir telvarar vunnið FM eftir tørni. Helgi, Høgni og Rógvi. Einasta ferðin hesi tíggju árini, at allir tríggir hava verið við, var í fjør. Helgi Hevur bara luttikið fýra ferðir hesi tíggju árini.

Helgi Dam Ziska hevur vunnið FM-heitið seks ferðir, Høgni Egilstoft Nielsen fýra ferðir og Rógvi Egilstoft tríggjar ferðir.

Føroyameistarar 2014-2023
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2017 Helgi Dam Ziska, HT

2018 Helgi Dam Ziska, HT

2019 Helgi Dam Ziska, HT

2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2023 Helgi Dam Ziska, HT

Misjøvn luttøka
Luttøkan til árligu FM-einstaklingakappingina í talvi tykist yvirhøvur at hava verið heldur fallandi.

Roynt hevur verið at stytta kappingina niður í sjey umfør fyri at vita, um tað kann lokka fleiri telvarar við. Í 80-unum kom viðhvørt fyri, at telvað vóru ellivu umfør í meistarabólkinum.

Størsta FM-luttøkan var í 2003. Tá hátíðarhelt Havnar Telvingarfelag sítt 80 ára jubileum í samkomuhøllini úti á Læraraskúlanum. Góðir útlendskir telvarar styrktu meistarabólkin. Besti føroyingurin bleiv so føroyameistari. Ein ungur Martin Poulsen vann tá sítt fyrsta FM-heitið.

Topp 5 (FM-luttøka)
2003 (í Havn) 95 luttakarar

2004 (á Toftum) 79

1985 (í Vestmanna) 76

1981 (í Hvalvík) 74

2001 (í Vestmnanna) 72

1982 (á Toftum) 72

Telvað verður hvønn dag til langa fríggjadag 29. mars. Tá er sjeynda og síðsta umfar. Byrjað verður klokkan 14, yrkadagar tó klokkan 17.

Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo