Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið/Føroya Tele-deildin, kvinnur: SÍ-Mjølnir 3-1 (28-30, 25-17, 25-17, 25-21)

Við 3-1 sigri á Mjølni lyfti SÍ seg eitt stig upp um Fleyr, sum frammanundan lá á øðrum plássi, og harvið er tað, sum støðan er nú, SÍ sum skal møta Drátti í FM-finalunum.

Men SÍ fekk ein rættiligan hvøkk í kvøld, tá Mjølnir vann fyrsta settið og eisini hótti í fjórða.

Mjølnir fekk eina flúgvandi byrjan upp á fyrsta sett og legði seg á odda 6-1 og 10-6, áðrenn SÍ javnaði til 11-11. Síðan skiftust liðini um at at vera á odda, og ikki fyrr enn við sínum fjórða settbólti eydnaðist loksins Mjølni at vinna settið 30-28. Tá hevði SÍ havt tveir settbóltar.

Men í øðrum setti vísti heimaliðið, hví tað hóast alt er tað, sum liggur á finaluplássinum. Skjótt gjørdist munurin bæði fimm og tíggju, og endaði á átta: 25-17. Hetta gjørdist eisini munurin í triðja setti, har Mjølnir annars hevði lagt seg á odda 5-0, men alt fór fyri mutur og skutur, tá SÍ vann 11 tey næstu stigini og legði seg á odda 11-5!

Fjórða sett var leingi javnt og Klaksvíkingar fylgdu við heilt til 20-19 til SÍ, tá sørvingar vunnu avgerandi stigini og settið 25-21.

Næsta vikuskiftið verður rættiliga avgerandi fyri, hvør av teimum báðum, SÍ og Fleyr, kemur í finaluna. Fríggjadagin skal SÍ til Suðuroyar at møta TB, sum er í góðum stima og hevur fingið stig í teimum seinastu fimm dystunum – eitt nú ímóti Fleyr og Drátti. Dregur SÍ svart í Trongisvági, so eru dyrnar gloppaðar fyri Fleyr, sum leygardagin skal spæla ímóti Drátti á Giljanesi. Men so skal Fleyr eisini hava stig, tí ella skal Fleyr aftur hava hjálp frá Mjølni, sum tekur ímóti SÍ seinasta í seinasta dystinum undan finalunum. Og so er spurningurin: Kunnu Mjølnir-kvinnurnar gera tað eitt lítið sindur betri á heimavølli, enn tær gjørdu á útivølli í kvøld?

Nr. 1 og 2 leika tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður leikt á heimavøllinum hjá liðnum sum er nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður leikt í hølli á Hálsi leygardagin 27. apríl. Vinna liðini hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15 beint eftir seinnu finaluna. 

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:

Nr. 

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

Dráttur

16

34

42

2

16

13

32

3

Fleyr

16

16

31

4

TB

15

-1

22

5

Mjølnir

16

-12

19

6

KÍF

16

-9

18

7

Ternan

15

-41

1

Írestandi dystirnir í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
Fríggjadagin 12. apríl: TB – SÍ kl. 18:00
Leygardagin 13. apríl: Dráttur – Fleyr 13:00

Sunnudagin 14. apríl: Mjølnir – KÍF kl. 13:00
Sunnudagin 14. apríl: TB – Ternan kl. 14:30

Mikudagin 17. apríl: Dráttur – Ternan kl. 19:00

Leygardagin 20. apríl: KÍF – TB
Leygardagin 20. apríl: Mjølnir - SÍ
Leygardagin 20. apríl: Ternan - Fley

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo