Verandi føroyameistararnir í blandaðum tvímansleiki, Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen úr HBF vunnu í kvøld trygt sína hálvfinalu ímóti Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) og Árant á Mýruni (MBF) við settunum 21-11 og 21-14. Hin hálvfinalan gjørdist ein spennandi trý-settari millum Wong og Brynhild Høgnadóttir Gravhøj ímóti Miu Thorkildshøj og Rúna Øster, har úrslitini gjørdust 21-17, 20-22 og 22-20. Í triðja settinum høvdu Rúni og Mia tríggjar matchbóltar, men allíkavæl endaðu Wong og Brynhild við at vinna sær sess í finaluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo