U19 finalan fyri gentir ímillum Fleyr og KÍF er leikt og gjørdist talan um ein sigur til genturnar úr Havn - til Fleyr.
KÍF bleiv ongantíð ein verulig hóttan fyri sterkara Fleyr-liðið, har nógvir at leikarunum ganga aftur á besta kvinnu-liðnum hjá Fleyr.
Talan bleiv um ein 3-0 sigur til Fleyr, sum við hesum gjørdist føroyameistari fyri U19 gentur.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Thirza Beccera úr Fleyr. Hendan heiður vann Thirza eisini í U16 finaluni.
Settini: Fleyr - KÍF (3-0) (25-20, 25-14, 20-18).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo