Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Borðtennissambandið: Stóri felags Kontrast FM-finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo hevur verið í høllini á Hálsi í Havn í dag, har borðtennis-finalur hava verið í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.

Í FM-kappingini hjá monnum hevði tvífaldi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, aftur í ár spælt seg í finaluna - hesaferð ímóti Halli Thorsteinsson, sum hevur verið sannførandi í Grand Prix-kappingini hetta kappingarárið.

Finalan gjørdist júst so spennandi, sum ein kundi hugsað sær, og hon var stundum frálíka væl spæld. Hallur legði sannførandi frá landi og kom eisini á odda 3-1 í settum, men júst sum tað sá truplast út, ressaðist Albert og fullførdi eitt fralíkt comeback - og vann finaluna 4-3.

Albert fullførdi harvið sítt FM-hattrikk og hevur ikki tapt ein dyst í einmansleiki síðani hann á fyrsta sinni luttók í FM fyri trimum árum síðani. Hallur hevði møguleikan at vinna sítt annað FM, eftir at hann vann sítt fyrsta og higartil einasta í 2016, men soleiðis sum hann spælir, so skuldu verið góð líkindi fyri, at hann kann tryggja sær fleiri FM-heiti í framtíðini.

Hjá kvinnum er Anja Wongwai føroyameistari á fyrsta sinni. Talan var um endurtøku av FM-finaluni í fjør, har tær báðar TBF-kvinnurnar, Anja Wongwai og Britt Michelsen, hittust. Í fjør vann Britt, men hesaferð var Anja omaná, og er nýggj á ovastu rók í føroyskum kvinnuborðtennis.

Britt legði annars best fyri í finaluni og var á odda bæði 1-0 og 2-1, men Anja var trúgv ímóti síni álopskendu spæliætlan, og soleiðis sum spælið bara gekst betur og betur, var tað hon, sum vann ein 4-3-sigur í einari væl leiktari finalu, og kann Anja Wongwai nú - í minsta lagi næsta árið - kalla seg føroyameistara.

Føroyameistarar í borðtennis 2023/24

Menn - einmansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)

2. Hallur Thorsteinsson (Tór)

3. Fróði Fríðason Jensen (Tór)

3. Ári Fríðason Jensen (Tór)

Kvinnur - einmansleikur
1. Anja Wongwai (TBF)

2. Britt Michelsen (TBF)

3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

3. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Menn - tvímansleikur
1. Hallur Thorsteinsson (Tór) / Fróði Fríðason Jensen (Tór)

2. Ári Fríðason Jensen (Tór) / Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)

3. Peter H. Niclasen (Tór) / Sveinur M. Nolsøe (Tór)

3. Ólavur Hammer (TBF) / Poul Knút Poulsen (TBF)

Kvinnur - tvímansleikur
1. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)

2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)

3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór) / Hadassa S. Christiansen (Tór)

Blandaður tvímansleikur
1. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI) / Britt Michelsen (TBF)

2. Ári Fríðason Jensen (Tór) / Anja Wongwai (TBF)

3. Sveinur M. Nolsøe (Tór) / Elinborg C. Mortensen (TBF)

3. Poul Knút Poulsen (TBF) / Marin Elisabet Poulsen (TBF)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo