Borðtennissambandið: Nú fríggjadagin tann 5. apríl verða innleiðandi umførini í FM-kappingunum í borðtennis spæld í høllini á Hálsi í Havn. Byrjað verður við einmansleikum seinnapartin, og um kvøldið verða tvímansleikir og blandaður tvímansleikur á skránni. Finalurnar verða spældar á stóra felags FM-finaludegnum saman við badminton og judo leygardagin.
Verandi føroyameistararnir - tey, sum øll skulu royna at skumpa av FM-trónuni - eru tilreiðar at verja FM-gullið, nevniliga Albert Weihe Wolfsberg hjá monnum og Britt Michelsen hjá kvinnum. Tað verður tó ikki uttan mótstøðu, tí ein røð av stinnum leikarum er tilreiðar at bjóða teimum av.
Hjá monnum hevur Hallur Thorsteinsson verið nærum einaráðandi í Grand Prix-kappingunum hetta kappingarárið, og tað hevur tryggjað honum støðu sum fremst styrkismetti leikarin í FM. Hann hevur prógvað, at hann er í góðum formi, og at hann er eitt gott boð upp á ein FM-finalist.
Tað er Fróði Fríðason Jensen eisini. Hann hevur verið í FM-finaluni seinastu níggju ferðirnar, og er harvið nærum vorðin partur av innrættingini á FM-finaludegnum. Tað kann tó fara at knípa at røkka 10. FM-finaluni á rað, tí halda styrkismetingarnar, stendur Fróði til at hitta verandi føroyameistaran, Albert Weihe Wolfsberg, longu í hálvfinaluni.
Aðrir avbjóðarar eru eisini tilreiðar, eitt nú veteranurin Peter Hentze Niclasen og talentið Ári Fríðason Jensen, sum mynda enn ein stinnan mannligan hóp til FM-kappingina, har tað í stóran mun snýr seg um hvør er best fyrireikaður og avrikar á degnum.
Hjá kvinnum verður eisini talan um eina spennandi kapping, har serliga tær báðar, ið vóru í finaluni í fjør, Britt Michelsen og Anja Wongwai, sum eru góð boð upp á FM-finalistar aftur í ár. Tær báðar kennast væl bæði við og burtur frá borðinum, og spæla hópin av jøvnum og góðum dystum.
Av avbjóðarum til tær báðar kunnu nevnast tveir royndir leikarar í Elinborg C. Mortensen og Marin Elisabet Poulsen, báðar úr TBF, meðan tær báðar ungu úr Tór í Havn, Elsa Kathrina Gisladóttir og Hadassa S. Christiansen, helst eisini einaferð fara at eiga tørn.
Borðtennissamband Føroya stroymir beinleiðis frá innleiðandi kappingunum fríggjadagin á Youtube-kanalinum Borðtennissamband Føroya Stroyming, somuleiðis sum finalurnar í tvímansleikum verða stroymdar sama stað leygarmorgunin. Leygardagin verða finalurnar í einmansleiki stroymdar beinleiðis á KVF.
Styrkismetingar - menn
1. Hallur Thorsteinsson (Tór)
2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
3. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
4. Ári Fríðason Jensen (Tór)
Styrkismetingar - kvinnur
1. Britt Michelsen (TBF)
2. Anja Wongwai (TBF)
SKRÁIN
FRÍGGJADAG
KL.16.00: Einmansleikur, menn (bólkaspæl)
KL.16.00: Einmansleikur, kvinnur (bólkaspæl)
KL.17.30: Einmansleikur, menn (víðari spæl)
KL.17.30: Einmansleikur, kvinnur (víðari spæl)
KL.17.30: Miðaldeild
KL.19.00: Tvímansleikur
KL.20.30: Blandaður tvímansleikur
-
Stroyming: Borðtennissamband Føroya Streaming á YouTube
LEYGARDAG
KL.10.00: Tvímansleikur, kvinnur (finala)
KL.10.40: Tvímansleikur, menn (finala)
KL.11:20: Blandaður tvímansleikur (finala)
KL.13:15: Einmansleikur, kvinnur (finala)
KL.14:55: Einmansleikur, menn (finala)
-
Stroyming: Borðtennissamband Føroya Streaming á YouTube og KVF (frá kl.13:00)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo