Dreingir 16 finalan ímillum SÍ og ÍF gjørdist sera spennandi. Talan gjørdist eisini um fyrsta javnbrótaran hetta FM vikuskifti fyri yngru deildirnar í Trongisvági.
SÍ kom á odda 2-0 í settum, men dreingirnir úr Fuglafirði vildu ikki geva seg og vunnu næstu tvey settini. Javnbrótari mátti so til.
At enda var tað SÍ sum varð omaná og gjørdist FM vinnari. Sørvágsdreingir vunnu 3-2 á fuglfirðingum.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Lukas Poulsen úr SÍ.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo