Dartsambandið: Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya hava síðan 2022 skipað fyri árligu altjóða dartkappingum, ið eru skrásettar hjá World Darts Federation (WDF).
Tvímansleikur
Fríggjakvøldið var byrjað við eini kapping í tvímansleiki. Hendan kappingin telur ikki við í WDF-høpi, men vanligt er at hava slíkar kappingar sum upphiting til kappingarnar í einmansleiki leygardag og sunnudag.
Hjá kvinnum vóru einans 6 pør við, men tað eydnaðist Beintu Joensen og Nadju Tróndardóttir at fáa bronsu. Michelle Merlit (DK) og Isebelle Nordskog (ÍS) vunnu kappingina.
Hjá monnum vóru hinvegin nógvir mans møttir, 45 pør. John Imrie býr í Skotlandi, men hevur føroyskar røtur og er hjá WDF skrásettur sum føroyingur. John fekk bronsu saman við skotanum Scott Campbell. Jan McIntosh og Uni Árting fingu eisini bronsu.
Edwin Thorbjørnsson og Bjørn Lejon úr Svøríki vunnu kappingina eins og teir gjørdu í 2023.
Tórshavn open
Leygardagin klokkan 11 vórðu fyrstu pílarnir kastaðir í einmansleiki. Hjá monnum vóru 118 luttakarar, meðan kvinnurnar vóru 20. Og eftir at 333 dystir vóru spældir og 71.823 pílar vóru kastaðir endaði kappingin kl 22.
Kvinnur
Einans 5 føroyskar kvinnur vóru við í kappingini. Fleiri av okkara bestu spælarum kundu ikki vera við orsakað av konfirmatiónum kring landið. Kristbjørg Reinert og Nadja Tróndardóttir megnaðu at koma víðari úr bólkaspælinum. Fleiri av útlendsku kvinnunum vóru munandi sterkari enn tær føroysku, og bæði Kristbjørg og Nadja taptu fyrsta cup-dystin rættiliga greitt.
Maud Jansson úr Svøríki vann Tórshavn Open bæði í 2022 og 2023. Hon var eisini favorittur í ár, men tapti í hálvfinaluni móti Michelle Merlit úr Danmark. Michelle vann síðan finaluna móti Gretu Tekauer úr Ungarn. Hetta var fyrsta fer, at Michelle vann eina WDF-kapping, so frøin var stór eftir finalu-sigurin.
Menn
Menninir byrjaðu við bólkaspæli í 32 bólkum. Og hóast nærum helmingurin av luttakarum vóru útlendingar, so megnaðu føroyingar at vinna 18 av bólkunum.
Serliga Jan McIntosh og Uni Árting vístu gott og stabilt spæl í bólkunum. Men Allan við Rætt gjørdi eisini ein vørr beinanvegin í bólkaspælinum, tá hann vann uppibornan sigur á Edwin Thorbjørnsson, ið annars var styrkismettur sum nummar 1. Allan vann eisini allar hinar dystirnar í bólkinum og yvirtók tí plássið hjá Edwin í cup-skipanini.
Einans 14 ára gamli Eli Heinesen vann eisini sín bólk. Hann skuldi konfirmerast dagin eftir, men kundi ikki lata møgukeikan at spæla sína fyrstu altjóða kapping leygardagin fara framvið. Eli vann eisini fyrsta cup-dystin, men mátti síðan luta fyri donskum leikara.
Tá komið var til áttandaparts-finalurnar, vóru framvegis seks føroyingar við í kappingini. Allan við Rætt tapti tepurt móti donskum landsliðsleikara, meðan Haraldur Eliassen, Magnus Müller og Esmar Mikkelsen greitt vóru við undirlutan móti sterkum útlendskum leikarum. Hinvegin vann Petur Grønagarð sera tættan dyst móti danska landsliðsleikaranum Andreas Toft Jørgensen og Jan McIntosh vann á Mikkel Knudsen, ið eisini er á danska landsliðnum.
Í fjórðingsfinaluni spældi Petur sera væl móti Dilyan Kolev úr Bulgaria. Dilyan hevur í nøkur ár búð í Íslandi og er nú komin á Íslendska landsliðið. Hetta gjørdist ein sera væl leiktur dystur, har báðir endaðu við at vinna settini rættuliga greitt uppá skift. Petur fekk 2 pílar at javna til 3-3, men misnýtti teir og so var hann úti, hóast hann hevði hægst miðaltal av øllum í fjórðingfinalunum.
Jan rendi seg í enn ein danskan landsliðsleikara, Jon Kirkeby og kom eisini afturum 0-2 beinanvegin, men Jan gjørdi síðan eitt øgiligt come-back og vann 4 sett á rað, uttan at Kirkeby fekk nakran píl eftir double. Nú var frøi á føroyingum, tí fyrsta heiðursmerkið var tryggjað.
Í hálvfinaluni bíðaði Scott Walters úr Onglandi, ið var styrkismettur nummar 2 í kappingini. Scott kom skjótt á odda 3-1 við sannførandi spæli, har Jan var langt aftanfyri í flestu settunum. Men so vendi dysturin, Scott fekk færri tribblar og Jan rakti bara betur og betur, so Jan vann 3 sett á rað uttan at Scott hevði nakran píl eftir double. 4-3 og finaluplássið var tryggjað.
Nú var spenningur undan finaluni móti Edwin Thorbjørnsson úr Svøríki. Edwin vann Tórshavn Open í 2022, Faroe Islands Open í 2023 og var styrkismettur sum nummar 1 í ár, so øll vistu, at mótstøðan bleiv hørð.
Men nú var søgan ørvísi enn í undanfarnu dystunum. Trý tey fyrstu settini vóru øgiliga jøvn, men Jan vann øll trý. Settini hildu fram at vera jøvn, men Edwin vann tvey tey næstu og so var dysturin opin aftur, og vandi var fyri, at Jan nú skuldi fáa eitt come-back ímóti sær. Settini hildu fram at vera jøvn og báðir høvdu pílar eftir double, men Jan var ísakaldur og lukkaði bæði. 5-2 til Jan og so var fyrsti føroyski sigurin í eini WDF-kapping veruleiki.
Faroe Islands Open
Sunnudagin klokkan 11 varð so byrjað uppá Faroe Islands open. Ein nýggj kapping í einmansleiki, júst sum Tórshavn Open dagin fyri.
Kvinnur
Hesaferð megnaðu 4 av 5 føroyskum kvinnum at koma víðari úr bólkaspælinum, men allar taptu síðan fyrsta cup-dystin 0-4.
Tríggjar av kvinnunum í hálvfinalunum vóru tær somu sum leygardagin og finalan gjørdist ein endurtøka av finaluni í Tórshavn Open, men hesaferð var Greta Tekauer greitt omaná og vann finaluna 5-1.
Menn
Menninir spældu aftur sunnudagin bólkaspæl í 32 bólkum. Føroyingar megnaðu at vinna 14 av bólkunum.
Aftur hesaferð vóru tað serliga Jan McIntosh og Uni Árting, sum vístu gott og stabilt spæl í bólkunum og Esmar Mikkelsen megnaði at vinna á allarhelst kendasta spælaranum í kappingini, Matthew Edgar, ið var styrkismettur sum nummar 4.
Tá komið var til áttandaparts-finalurnar, vóru aftur hendan dagin framvegis seks føroyingar við í kappingini.
Tveir av dystunum gjørdust reint føroyskir. Remy Gaardlykke vann greitt á Allan við Rætt og Jan McIntosh mátti lúta fyri John Imrie, ið sum áður sagt býr í Skotlandi, men hevur danskan ríkisborgararætt og er skrásettur sum føroyingur hjá WDF.
Uni Árting rendi seg í Matthew Edgar. Og hóast Edgar ikki spældi sannførandi, so fekk Uni als einki at rigga og tapti 0-4. Esmar Mikkelsen møtti John Scott úr Onglandi í var styrkismettur sum nummar 3. Esmar legði út sum eitt óløgi í fyrsta setti, men megnaði ikki at lukka. Esmar helt fram við góða spælinum og legði seg á odda 3-2. Í sætta setti bar einki til hjá Esmari og so var 3-3. Í sjeynda setti var Esmar fyrr niður á lukking, men misbrúkti 6 dystarpílar og so fór John Scott avstað við sigrinum.
Í fjórðingsfinaluni mátti Remy Gaardlykke luta fyri Matthew Edgar og heldur ikki John Imrie megnaði at gera nakað við Edwin Thorbjørnsson, so nú vóru allir føroyingarnir útslignir.
Edwin Thorbjørnsson og Dilyan Kolev megnaðu aftur sunnudagin at spæla seg í hálvfinalurnar, men í staðin fyri at hittast megnaðu teir at vinna móti ávíkavist John Scott og Matthew Edgar. Edwin vann finaluna 5-3 í einum tøttum dysti og vann sostatt triðja árið á rað aðra av kappingunum í Føroyum. Men Dilyan mundi heldur ikki fara heilt ónøgdur aftur til Íslands, tí hann hevur bara spælt dart í trý ár og hetta var bert hansara triðja og fjórða altjóða kapping og tá er ein bronsa og ein silvur so avgjørt góðkent úrslit.
Miðlaumrøða
Kappingarnar í ár fingu rættuliga nógv uppmerksemi frá føroysku miðlunum. Upptaktir vóru bæði í útvarpinum hjá KvF og FM1. Kringvarpið sendi beinleiðis frá kappingunum á kvf.fo og ítróttar-redaktiónirnar hjá FM1 og KvF vóru eisini til staðar leygarkvøldið og sunnukvøldið og gjørdu samrøður við leikarar og fyriskiparar.
Eisini úti í heimi fingu kappingarnar á Glasi umrøðu. Svenska og íslendska dartsambandið hava havt greinar á teirra heimasíðum um kappingarnar. World Darts Federation gjørdi eisini nógv burturúr. Á Facebook hevði WDF javnan dagføringar um gongdina í kappinunum umframt at teir deildu stroymingina frá kappingunum. Leygarkvøldið legði WDF eisini eina langa grein út á heimasíðuna í sambandi við, at Jan McIntosh og Michelle Merlit vunnu sínar fyrstu altjóða kappingar.
Kappingarnar blíva bara størri og sterkari fyri hvørt ár
Hetta er triðja árið, at Tórshavn Open og Faroe Islands Open eru altjóða skrásettar kappingar. Og talið av luttakarum økist fyri hvørt ár. Í 2022 og 2023 var talið av luttakarum beint omanfyri 100 og umleið ein triðingur vóru útlendingar.
Í ár vóru heili 153 luttakarar í kappingunum. 85 føroyingar og 66 útlendingar, ið komu úr komu úr 8 ymiskum londum.
Kappingarnar gerast eisini sterkari og sterkari. Í 2022 var alt tað svenska landsliðið við í kappingunum og tað gjørdi, at longu fyrsta árið var kappast á rættuliga høgum støði. Í 2023 komu sviar mannsterkir aftur við góðum leikarum, meðan luttøkan var heldur lakari aðrastaðni frá.
Í ár vóru sum sagt luttakarar við úr 8 londum og hetta vóru fyri ein stóran part góðir leikarar. Nógvir norðurlendskir landsliðsleikarar komu til Føroya, eittnú 4 av íslendska landsliðnum, 5 av danska landsliðnum og 4 av svenska landsliðnum. Harumframt vóru 9 luttakarar úr Bretlandi, ið er kent fyri at vera heimstaðurin hjá dart. Luttakarar komu eisini úr Týsklandi og Ungarn.
Og verður hugt eftir styrkilistanum hjá World Darts Federation, so vitnar hann eisini um, hvørjum støði kappingarnar í ár vóru á. Hjá kvinnum vóru 3 leikarar við úr topp 50 í heiminum og hjá monnum vóru teir 4 úr topp 50.
Kappingarnar hava við tíðini fingið orð á seg, fyri at vera væl fyriskipaðar og umstøðurnar at halda kappingarnar á Glasi eru framúr góðar. Hetta frættist millum útlendskar spælarar, ið byrja at venda eyguni henda vegin. Í samrøðu við FM1 fór Edwin Thorbjørnsson so langt sum at kalla Glasir fyri eitt av topp 3 støðunum í Europa at halda slíkar kappingar. Og Matthew Edgar, ið hevur 49.000 fylgjarar á youtube, var eisini bergtikin av umstøðunum á Glasi, ið kann kallaði ”stunning venue” og ”amazing facilities” í síni dagføring frá ferðini í Føroyum.
Av tí at kappingarnar eru undir WDF, so geva tær stig til heimsstyrkilistan. Og tað eru hesum stigunum, útlendsku leikararnir koma eftir. Leikararnir við flest stigum, tá komi er til oktober, sleppa við til HM fyri einstaklingar á tí legendariska Lakeside, sum hevur hýst HM-kappingum í dart síðan 1978.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo