Toftadreingir frá Ternuni gjørdust føroyameistarar fyri dreingir 14. Teir vunnu í gjárkvøldið eina tætta finalu á TB.
Ternan vann dystin 3-1 við settúrslitunum 23-25, 25-22, 25-18 og 25-22.
Dagsins leikari í dystinum gjørdist Johan Kass henriksen frá Ternuni.
Settini:
Ternan - TB (3-1) (23-25, 25-22, 25-18, 25-22)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo