Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

BankNordik og Skúlafótbóltur hava longt samstarvið, og BankNordik heldur sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá fótbóltskappingini, sum á hvørjum ári verður skipað til allar fólkaskúlar og miðnámsskúlar í landinum.

Skúlafótbóltur verður skipaður í Marghøllini og á Eiðinum í Vági á hvørjum ári. Talan er um eina fótbóltskapping, sum er ætlað næmingum úr fólkaskúlunum og miðnámsskúlunum kring landið. Ein týðandi partur av Skúlafótbólti er, at børnini fáa nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum og øðrum børnum javnaldrum.

“Kjarnuvirðini hjá Skúlafótbólti eru at leggja dent á heilsuna og rørsluna hjá tí einstaka og samstundis tryggja, at øll eru við. Hetta eru virði og eitt tiltak, sum BankNordik fegin vil stuðla til frama fyri føroysk børn og ung”, sigur Turið F. Arge, rakstrartjóri í BankNordik, sum fegnast um samstarvið við Skúlafótbólt.

“Vit eru fegin um, at tað góða samstarvið við BankNordik heldur áfram, soleiðis at vit í felag fáa givið føroyskum skúlanæmingum eitt gott upplivilsi til Skúlafótbólt í Vági”, sigur Dennis Holm, samskipari av Skúlafótbólti.

Meiri fæst at vita um fótbóltskappingina Skúlafótbóltur á www.skulafotboltur.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo