Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Umleið tríggjar vikur eftir, at skúlarnir lótu aftur á vári í fjør, og undirvísingin í øllum skúlaverkinum varð flutt úr skúlastovuni út á talgildar pallar, fór Katrin av Kák, námslektari á Námsvísindadeildini, undir at kanna, hvat næmingar hildu um koronaskúlan, sum undirvísingin tá var nevnd av mongum. Kanningin var bæði spurnablað og samrøður; 562 næmingar í fólkaskúla og miðnámi í aldrinum 14 ár og yngri og upp í 19 ár og eldri svaraðu spurnablaði, og samrøður vóru gjørdar við 14 næmingar í aldrinum 12 til 21 ár. Spurningarnir snúðu seg í høvuðsheitum um, hvussu koronaskúlin var, og hvussu tey høvdu tað í tíðarskeiðnum, meðan tey vóru heima.

Tað, sum stendur eftir, tá ið tikið verður saman um koronaskúlan, er ikki, at næmingarnir hava lært nógv fakligt; heldur, at undirvísingin hevur verið merkt av, at lærararnir hava tikið ymiskt ígjøgnum, sum næmingarnir hava havt fyrr. Og tað er ikki so løgið, heldur Katrin av Kák, tí tað at undirvísa á talgildum pallum var púra ókent hjá flestu lærarum áðrenn koronaskúlan.

- Sum heild hildu nógv, at koronaskúlin var strævin, tey vóru móð, útlúgvað og orkaðu illa at vera so nógvar tímar framman fyri skíggjanum, og tey hildu, at skúlin átti at samstarvað betur um allar uppgávurnar, sum tey skuldu gera. Tey kendu, at lærararnir oystu tey undir í uppgávum. Nógv søgdu frá tøkniligum trupulleikum, trupulleikum, sum høvdu við ljóð og myndir at gera, at tað fór við nógvari tíð og var ørkymlandi.

Børnini svara ymiskt, tá ið tey verða spurd, um tað er nakað serligt, tey hava lært í koronaskúlanum.

- Næmingarnir í aldrinum 9-12 ár siga, at teir hava lært at brúka teams, at deila skjøl og okkurt smávegis fakligt; næmingarnir í aldrinum 13-14 ár siga, at teir hava lært ymiskt av at vera heima, lært okkurt um seg sjálvar, at teir tíma at vera heima og at ganga túr; næmingarnir í aldrinum 15-16 ár og eldri siga mest frá stóru arbeiðsbyrðuni, teir hava havt. Summir siga seg als einki hava lært, summir, at teir hava lært tað sama, og summir, at teir hava fingið betri fatan av onkrum, teir hava havt frammanundan. Sostatt er tað ikki tað fakliga, sum skínur ígjøgnum, tá ið næmingarnir verða spurdir, hvat teir hava lært. Í stóran mun tykist koronaskúlin at hava verið uppafturtøka av ymiskum, næmingarnir hava havt fyrr.

Tá ið talan er um nýggja læring, sigur fjórði hvør næmingur seg hava lært okkurt nýtt, meðan fimti hvør næmingur sigur seg hava lært tað, hann plagar, og helvtin minni enn tað, tey plaga.

- Henda tíðin hevur heilt greitt verið serlig, tey hava lært ymisk um seg sjálv, um lívið og tað at ganga í skúla. Teimum leingist eftir skúlanum sum heild, teir yngstu næmingarnir raðfesta lærararnar í hesum longslinum í onkran mun, meðan teir eldru raðfesta lærararnar í minni mun. Óbeinleiðis kunnu vit tó siga, at teir sakna lærararnar, tí tað eru lærararnir, sum skapa karmarnar í skúlanum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo