Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: At skefta knívar er handverkslærugrein á Tórshavnar Kvøldskúla og fyri øll.

- Fleiri halda seg einki duga og duga ótrúliga væl kortini. Tað ræður um at halda seg framat og ikki smæðast burtur. Tann, sum hevur viljan og veruliga vil, hann røkkur sum oftast langt.

Orðini eigur Jónleivur Olsen, sum í fleiri ár hevur undirvíst í skeiðum á Tórshavnar Kvøldskúla.

Talan er um skeið í handverkslærugreinum, eitt nú at skefta grindaknívar og aðrar knívar.

Áhuganum bagir einki, tí luttakararnir møta treystliga og hugagóð upp í smíðstovuni í Eysturskúlanum, har hildið verður til. Tey eru bæði kvinnur og menn, men tað er eingin loyna, at menninir eru í greiðum meiriluta.

Tað eru bæði yngri og eldri, sum hava áhuga fyri handverkinum at skefta knívar. Serliga grindaknívarnir eru vælumtóktir, men eisini verður nógv gjørt burtur úr øðrum knívum.

Jónleivur Olsen vísir á, at handverkið kann lærast, men til tess krevst tol og áhaldni. Men tol fyrst og fremt. Sum ein áminning til luttakararnar stendur tol skrivað við stórum bókstavum á talvuni í smíðstovuni.

- Eg plagi at siga, at fingrar og handalag hava minni týdning og tol alt at siga, sigur Jónleivur Olsen.  

Og tað sæst, at tey eru tolin. Trívast og hugna sær í felagsskapinum.

- Tað er stuttligt at skefta knívar, og sosiali felagsskapurin hevur sera stóran týdning, siga fleiri av luttakarunum við ein munn.

Undirvísarin er samdur, tí umframt at bera vitan og lærdóm víðari, er Kvøldskúlin millum størstu sosialu felagsskapir í landinum. Og tann týdningurin má og skal ikki undirmetast, heldur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo