Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

BankNordik bjóðar øllum næmingum í 9. flokki til Pengadag. Til Pengadagin fáa tey ungu undirvísing í grundleggjandi spurningum um fíggjarviðurskifti og góð ráð um skilagóðar pengavanar.

Vitan um fíggjarviðurskifti er avgerandi – eisini fyri ung. Bløð, heimasíður og sosialir miðlar eru full av lokkandi lýsingum og at síggja til bíligum loysnum, sum kanska ikki altíð gagna okkum. Harafturat kunnu orð og hugtøk so sum renta, lán, kostnaðir, afturgjaldstíð, ÁKP og rættindi á arbeiðsmarknaðinum verða trupul at skilja, hóast hesi kunnu vera avgerandi fyri fíggjarstøðuna hjá tí einstaka. Tí er umráðandi, at fólk – frá tí tey eru heilt ung – fáa grundleggjandi vitan um pengar, og tí hevur BankNordik tikið stig til Pengadagin, sum er fyri allar næmingar í 9. flokki.

Til Pengadagin fáa næmingarnir millum annað undirvísing í:
• Inntøkum og útreiðslum
• Løn, skatti og rættindi hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum
• Lán og rentu
• Hvussu ein heldur skil á sínum pengum
• Talgildum pengum og tryggari atferð á netinum

Sunnir pengavanar avgerandi fyri framtíðina
Áleið 20. hvør dani millum 18-30 ár er skrásettur í RKI (Ribers Kredit Information) sum vánaligur gjaldari. Summi eru enntá skrásett fleiri ferðir, og fleiri teirra hava stóra skuld, ið tey hava trupult við at gjalda aftur.

Vit hava ikki líknandi tøl fyri føroyskan ungdóm, men tá ið ung fólk í Føroyum ikki fáa undirvísing í, hvussu ein heldur skil á síni fíggjarstøðu og sleppur undan fíggjarligum fellum, er vandi fyri, at tey eisini kunnu koma illa fyri.

“Fíggjarligir trupulleikar í ungdóminum kunnu hava stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá tí einstaka. Tí eiga øll ung í Føroyum at fáa grundleggjandi vitan um pengar og fíggjarviðurskifti, soleiðis at tey við sunnum og góðum pengavanum kunnu fáa so góða byrjan upp á vaksna lívið sum gjørligt”, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Allir næmingar í 9. flokki hava fingið innbjóðing til Pengadagin. Tað eru ráðgevar í BankNordik, sum standa fyri undirvísingini, og skúlarnir kunnu melda flokkarnar til í mars- og aprílmánaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo