Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Hetta skúlaárið eru royndarverkætlan í Skúlanum á Argjahamri, har næmingar í miðdeildini fáa undirvísing í tøkniligari fatan tveir tímar um vikuna í eitt hálvt ár. Undirvísingin er eftir skúlatíð, og næmingarnir skulu sjálvir tekna seg til undirvísingina. Fyri at skapa áhuga fyri lærugreinini hevði skúlin framløgu fyri foreldrum og næmingum tíðliga í fjør. Stórur áhugi var at hoyra, hvat hetta snúði seg um.

- Tað var greitt, at foreldur sóu fyri sær, at børnini fóru at kunna sleppa at gera spøl, animatiónir, filmar og annað spennandi; vit gjørdu teimum tó greitt, at áðrenn vit koma so langt sum at forrita spøl og gera animatiónir, so skulu næmingarnir hava nógva undirvísing fyri at skilja grundarlagið undir tøknini. Fara vit ov skjótt fram og leypa læristig um, so missa næmingarnir mótið og áhugan. Hetta hevur ikki rætt tey burtur, kunnu vit staðfesta av stóra áhuganum. Vit síggja næmingar, sum eru forvitnir, og sum vilja vita, hvussu alt virkar. Teir kunnu arbeiða á sínum egna støði, øll eru við og gera tað, tey duga. Vit geva ikki karakter, her er einki pensum, sum skal terpast ígjøgnum, og tey skulu ikki avrika nakað ávíst fyri at kunna vera við. Tey arbeiða rættiliga sjálvstøðugt; einasta, sum tey fáa hjálp til beinleiðis, er, tá ið vit forrita, sigur Hans Fróði Jensen, lærari.

Endamálið við lærugreinini er at fremja tøkniliga fatan hjá skúlanæmingum í miðdeild.

* menna vitanina á tøkniliga økinum
* ogna sær førleikar á hóskandi støði at skapa og skilja tøknina
* fáa eina fatan av, hvørjir møguleikar eru í tøknini, og hvørjar broytingar hetta kann hava við sær í framtíðarsamfelagnum

Í lýsing av verkætlanini siga lærararnir, at tá børn læra um tøkni, kunnu tey gerast talgildir skaparar heldur enn talgildir brúkarar.

- Og tá er talan um skapanarevni uttan mørk, har tú ongantíð manglar tilfar ella amboð.

Forritan og talgild skapan gevur møguleikan at læra við royndum og at skilja, at feilir eru ein natúrligur partur í innlæringini.

Hetta stimbrar næmingarnar at brúka síni kreativu evni, so tey tora at royna seg.

Skrivi-, rokni- og lesievnini, ið næmingar menna í grunddeild, gera tað lættari at menna onnur evni seinni í skúlalívinum. Soleiðis er eisini við forritan.

Innihaldið í undirvísingini er fjølbroytt og hevur til endamáls at styrkja evnini at loysa uppgávur, at megna úthaldni, skapanarevni, samstarv og samskifti.

Hans Fróði Jensen er ein av trimum lærarum, sum stendur aftan fyri verkætlanina; hini eru Bjørg Akraberg Poulsen og Trúgvi Hansen; tey eru øll lærarar í náttúruvísindaligu lærugreinunum; harumframt eru Bjørg og Hans Fróði eisini kt-vørðir, og øll hava tey stóran áhuga í tøkni.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo